Løgtingsmenninir Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar, sum javnsetir samsýning fyri sjálvboðið arbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli við verandi skattafrítøku fyri samsýning innan ítróttina.
Teir báðir siga í viðmerkingunum til uppskotið, at í 2006 varð skattalógin broytt. Hetta gav dómarum, linjuverjum, venjarum og leiðarum í ítróttini skattafrælsi fyri samsýningar upp til 15.000 krónur árliga. Í dag er henda upphædd hækkað til 50.000 krónur.
Uppskotið frá Miðflokkinum vil veita somu skattafrítøku til tey, ið arbeiða sjálvboðin í kirkjuligum, samkomuligum og alment gagnligum felagsskapum. Tað verður víst á, at verandi skipan er órættvís. Fíggjarliga orkan hjá hesum felagsskapum er avmarkað, og tá samsýningar verða givnar, fer ein stórur partur til skatt.
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana leggja dent á týdningin av at viðurkenna alt sjálvboðið arbeiði á jøvnum føti. Teir siga:
– Hetta er eitt sterkt og gott signal, og ein virðilig heilsan at senda teimum, sum virka uttanfyri ítróttina.
Uppskotið byggir á eitt løgtingsmál frá 2023, sum fall tí fíggjarligi parturin ikki var nóg væl nágreinaður og ivamál var um skilmarking. Nú vóna teir, at Løgtingið tekur undir við uppskotinum.