Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinnan og húsarhaldini meta búskaparstøðuna vera, hækkar. Tað skivar Hagstovan.
Samlaða konjunturbarometrið er nú 9, sum er minni enn langtíðarmiðal á 15. Tað er serliga tænastuvinnan, sum er vorðin bjartskygdari, og væntanirnar hjá handilsvinnuni eru eisini betri enn tær hava verið. Hinvegin er byggivinnan ikki eins bjartskygd, sum hon hevur verið.
Føroysku húsarhaldini eru minni bjartskygd um búskaparstøðuna sum heild í Føroyum enn seinastu tvey árini. Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er nú -12. Kortini meta húsarhaldini sí egnu fíggjarligu støðu at verða eitt sindur batnað um eitt ár samanborið við í dag. 28 prosent siga seg fáa júst endarnar at røkka saman, meðan 55 prosent spara nakað upp.
Handilsvinnan sær ein lítil glotta. Ávísin veksur úr 4 upp í 13. Prísirnir hækka ikki eins skjótt sum seinastu trý árini, og handilsvinnan væntar, at sølan komandi árið fer at hækka nakað. Arbeiðstørvurin væntast eisini at vaksa.
Byggivinnan er tó minni bjartskygd. Ávísin fyri byggivinnuna minkar úr 31 niður í 16, sum liggur niðan fyri langtíðarmiðalin á 23. Bíleggingarnar eru færri, og vinnan væntar, at arbeiðstørvurin fer at minka komandi árið.
Tilfeingis- og ídnaðarvinnan er ikki eins stúrin longur. Ávísin er hækkaður úr -33 upp í -3. Útlitini fyri framleiðslu og søluprísum komandi árið eru betri, og vaksandi virksemi sæst aftur í arbeiðstørvinum.
Tænastuvinnan letur væl at gongdini seinasta árið og er meiri bjartskygd um framtíðarútlitini. Fyritøkurnar meta, at umsetningurin hevur verið nøktandi, og tær vænta, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at vaksa.