1. februar byrjar heilsuátakið hjá Vágs Kommunu, Virkin Vágur, fyri fimtu ferð. Virkin Vágur er eitt heilsuátak, sum varar allan februar mánað og varð fyrstu ferð skipað fyri í 2021.
Grundarsteinurin í Virkin Vágur er ABC boðskapurin hjá Heilsustýrinum fyri sálarliga heilsu. ABC leggur upp til, at ein er virkin, saman og hugbundin, og í Virkin Vágur eru vit virkin, saman og hugbundin í ein heilan mánað.
Virkin Vágur 2025 fylgir sama leisti sum undanfarin ár. Byrjað verður 1. februar og endar 28. februar. Hesar dagarnar verður nógv á skrá í Vági. Forvitnisligir fyrilestrar og ymisk heilsutiltøk fylla skránna.
Sum vanligt, so verða ymsar kappingar í samband við Virkin Vágur.