Vit innflyta færri nýggj akfør

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Vit keypa færri nýggjar persónbilar.

Í mars í ár vórðu 216 nýggir persónbilar skrásettir hjá Akstovuni.

Hetta eru 12 bilar færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 228 nýggir persónbilar blivu skrásettir.

Samanlagt eru 320 nýggir persónbilar skrásettir í ár – í mun til 352 nýggir persónbilar sama tíðarskeið í fjør, sum eru 32 nýggir persónbilar færri enn í 2023. Tað er ein lækking upp á 9,09 prosentstig.

Grikskar sagnhetjur gjørdust stórmenni.

Innflyta fleiri brúktar persónbilar
Hyggja vit hinvegin eftir hagtølunum fyri skráseting av innfluttum brúktum persónbilum, so verða alsamt fleiri brúktir persónbilar innfluttir.

Í mars í ár vórðu 63 brúktir persónbilar innfluttir – í mun til seks í mars í fjør.

Higartil í ár, frá januar til mars, eru 119 brúktir persónbilar innfluttir, sambært Aktstovuni, meðan talið sama tíðarskeið í fjør vóru 11 brúktir persónbilar. Tað er ein hækking upp á heili 981,82 prosentstig.

Tann 17. juli 1994 tapti Italia fyri Brazil upp á brotssparkskapping, tá toppskjútti teirra í endaspælinum sparkaði bóltin upp um yvirliggjaran.