Vónbjørt Vang er innstillað til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt orkidé.
Svørt orkidé hevur fingið góða móttøku frá bæði lesarum og ummælarum. Vónbjørt fekk í heyst Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið.
Í alt eru 14 verk og høvundar innstillað til virðislønina í ár. Vinnarin verður kunngjørdur 21. oktobur, og handanin fer fram í Stokkhólm 28. oktobur. Virðislønin er á 300.000 danskar krónur.
Innstillað verk og høvundar:
Danmark
- Madame Nielsen: Dødebogsblade, dagbókaroman, Forlaget Wunderbuch, 2024.
- Thomas Boberg: Insula, skaldsøga, Gyldendal, 2024.
Finnland
- Anu Kaaja: Rusetti, skaldsøga, Kustantamo S&S, 2023.
- Milja Sarkola: Min psykiater, skaldsøga, Förlaget, 2024.
Føroyar
- Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, yrkingasavn, Forlaget Eksil, 2023.
Grønland
- Lisathe Møller: Qaamarngup taartullu akisugunneri, skaldsøga, Lisathe Møller Forlag.
Ísland
- Eiríkur Örn Norðdahl: Náttúrulögmálin, skaldsøga, Mál og menning, 2023.
- Þórdís Helgadóttir: Armeló, skaldsøga, Mál og menning, 2023.
Noreg
- Johan Harstad: Under brosteinen, stranden!, skaldsøga, Gyldendal, 2024.
- Arne Lygre: I vårt sted, leikrit, Aschehoug forlag, 2024.
Sámalendska máløkið
- Jalvvi Niillas Holmberg: Goatnelle, skaldsøga, DAT, 2024.
Svøríki
- Lotta Lotass: Rubicon / Issos / Troja, yrkingasavn, Ekphrasis förlag, 2024.
- Andrzej Tichý: Händelseboken, skaldsøga, Albert Bonniers förlag, 2024.
Áland
- Carina Karlsson: Marconirummet, yrkingasavn, Schildts & Söderströms, 2024.