,

West Ham United 123 ár

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 5. juli 1900 sá eitt nýtt felag dagsins undan leivdunum frá Thames Ironworks FC. Felagið varð kallað West Ham United Football Club og hevur síðani vunnið FA Cuppina tríggjar ferðir umframt trý altjóða steyp. Harafturat hevur felagið sett gongd á fótbóltslívsleiðina hjá nøkrum av størstu fótbóltsstjørnunum.

Thames Ironworks spretti úr Old Castle Swifts FC og virkaði sum eitt arbeiðaralið hjá Thames Ironworks and Shipbuilding Co. Liðið stóð seg væl og vann London League í 1898 og 2. deild hjá Southern League í 1899, men syndrað í juni 1900 orsakað av ósemju um, hvussu felagið skuldi rekast og fíggjast. Tann 5. Juni 1900 byrjaði felagið sum West Ham United.

West Ham varð valt til Fótbóltsdeildina í 1919 og flutti upp í bestu deildina í 1923. Sama ár vann felagið seg í FA Cup finaluna, men tapti fyri 0-2 fyri Bolton Wanderers. Tað eydnaðist umsíðir at vinna fyrstu FA Cuppina í 1964, har Bobby Moore and Geoff Hurst vóru lyklaleikarar. Liðið vann eisini Europa Cup fyri steypavinnarar í 1965, meðan Moore og Hurst hjálptu Onglandi at vinna HM 1966.

Liðið vann eisini FA Cuppina í 1975 og 1980, og vann eisini Intertoto Cup í 1999. Felagið hevur eisini nýliga vunnið UEFA Europa Conference League fyri 2022–23. Harafturat hevur felagið byrjað fótbóltslívsleiðina hjá lýsandi stjørnum sum Trevor Brooking, Paul Ince, Rio Ferdinand, Joe Cole og Frank Lampard.

Síðani 1919 hevur felagið regluliga ferðast millum báðar bestu deildirnar og endaði seinasta ár á 14. plássi, men hevur vunnið sær rættin til bólkaspælið í UEFA Europa League 2023–24 sum vinnari av UEFA Europa Conference League.