, ,

Zambiska landsliðið útruddað

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 27. apríl 1993 datt flogfarið við zambiska landsliðnum niður í Atlantshavið og øll umborð lótu lív.

Flogfarið, sum var eitt hernaðarflogfar av slagnum DHC-5 Buffalo, fleyg liðið til Senegal til ein HM-undankappingardyst og hevði millumlent í Brazzaville í Congo, har maskinbrek varð staðfest. Kortini helt flogfarið á at flúgva og hevði júst millumlent í Libreville í Gabon fyri at fylla brennievni á. Stutt eftir, at flogfarið fór uppfrá úr Libreville, kom eldur í annan motorin, sum sløknaði og flogskiparin sløkti av óvart motorin, sum var í gongd. Flogfarið misti tískil ferðina og datt niður í havið okkurt um 500 metrar frá sjóvarstrondini.

Í samanstoytinum doyðu øll 30 ferðafólkini, harímillum 18 zambiskir landsliðsleikarar, venjarin og hjálparfólkini. Einasti landsliðsleikarin, sum ikki doyði í samanbrestinum, var liðskiparin á landsliðnum, Kalusha Bwalya, sum var í Hollandi og spældi fyri PSV Eindhoven. Hann hevði sína egnu flogætlan fyri at koma fram til Senegal.

Liðfelagin á vinstra bakki var føroyingur.

Zambiska fótbóltssambandið avgjørdi at halda fram við royndini at vinna seg til HM-endaspælið í 1994 og bygdi beinanvegin ein nýggjan hóp rundan um Bwalya, men hjálpin kom úr Danmark. Formaðurin fyri Divisionsforeningen, Claus Rode Jensen, syrgdi fyri, at nýggja liðið slapp á venjingarlegu í Brøndby, har Roald Poulsen skuldi vera virkandi landsliðsvenjari, Emil Bakkendorf liðleiðari og danska uttanríkismálaráðið rindaði 2,5 milliónir fyri venjingarleguna. Upprunaliga skuldi legan vara í seks vikur, men Marokko vildi ikki útseta landsdystin, so fýra vikur seinni stóð Marokko fyri skotum. Nýggja liðið vann 2-1, men tá ið samanum kom, manglaði liðið kortini eitt stig fyri at vinna seg til endaspælið, tá teir taptu 0-1 fyri Marokko í seinasta dystinum, har ein javnleikur hevði verið nokk.

Nýggja liðið fekk beinanvegin góð úrslit og árið eftir vann liðið seg í African Nations Cup Final anno 1994 ímóti Nigeria. Zambia legði seg á odda longu í 3. minutti, og hóast teir endaðu við at tapa 1-2, so vórðu teir móttiknir sum tjóðarhetjur í heimlandinum.

Roald Poulsen vendi heimaftur til OB, og hevði Mwape Miti og Andrew Tembo við sær. Roald Poulsen stóð trý tíðarskeið á odda fyri Zambia (1993, 1994-96 og 2002)

Tann 12. februar 2012 spældi Zambia aftur finalu um Africa Cup of Nations – í Libreville í Gabon. Dagin fyri høvdu leikararnir á zambiska landsliðnum ognað ein møguligan sigur til teir 18 deyðu viðleikararnir – 18 brotsspørk skuldi til, áðrenn Zambia vann. Liðskiparin hjá Zambia, Chris Katongo, hevði áður umboðað – Brøndby. Tað er higartil einasti sigur hjá Zambia í Africa Cup of Nations.

Ein minnisvarði er reistur til minnis um teir farnu í zambiska høvuðsstaðnum, Lusaka.